So stilt Guds Andi hoyrist at tala

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen

1. So stilt Guds Andi hoyrist at tala
og fylla hetta hús,
sum dúva kenst hann dala,
hoyrast kann hans sús:
„Áh, sál, tær bíðar sorg ella sæla,
sum svevur syndarús!

2. Um synd, um rættvísi og um dómin
eg sannføra teg má.
Skjótt svinnur syndaróm’rin –
ævin byrjar tá.
Men nú tær lýsir frelsunarljómin,
og náði er at fá.

3. Í dag, í kvøld, ja, í hesum tíma,
hoyr eyma kallið mítt,
og áðrenn fer at skýma,
herð ei hjarta títt!
Eg stríðist enn, men skjótt má eg rýma –
tá tagnar kall mítt blítt!“

4. Áh, spotta, sløkk og sær ei Guds Anda,
so burt hann vendir sær.
Hann vísir tær tín vanda,
bjarging boðar tær.
Áh, lat hann meir ei bønandi standa
og ikki fáa svar.

FavoriteLoadingGoym tekstin