Stinupól

Orð og lag: Evert Taube
Týtt: Hermann Jacobsen
Upprunaheiti Sjösala-vals

1. Stinupól hann vaknar við
summarsins ljóð,
morgunsól brandar, og summarlot andar.
Stinupól hann kvøður, hann tekur eitt stig:
“Hoyrið mína vísu, og syngið øll við!”
Ternan hevur pisur og stoytir seg á vág,
heiðafuglur letur og flýgur yvir lág.

Niðurlag: Og hygg, á bønum summarsins
blómur allar longu spretta:
blákollur, baldursbrá,
sóljur og summardá!

2. Stinupól hann frøist við summarsins ljóð,
frøist yvir lívið við sælari kensluró,
glaður sum ein lerkur í sólini fer,
gleðist hann við øllum, sum livandi er.
Smálomb renna dyst, og nú dansar Stinupól,
hugurin hann sveimar út yvir grønan hól…

3. Stinupól hann knýtir av blómum ein krans,
trínur so í huganum lættliga ein álvadans.
Minnist aftur løtur og brøgd uttan tal,
tá hann mangan gleddist við ungdóm og spæl.
Ungar gentur flenna: Nei, tit fanga okkum ei!
Dreingirnir teir renna um tún og yvir teig.

FavoriteLoadingGoym tekstin