Stirda hjarta títt

Hank WilliamsJógvan K. Henriksson
Orð og lag: Hank Williams
Týtt: Jógvan K. Henriksson
Upprunaheiti: Cold, cold heart

Eg havi roynt at vísa tær, at tú ert alt hjá mær
Men tínar kenslur goymir tú, eg fái onki svar.
Tey minni svár sum plága teg, títt hjarta hava knýtt
Á kundi eg bert funnið veg, til stirda hjarta títt.

Hann, sum áður átti hjarta títt, so djúpt hann særdi teg.
So skjótt eg nærkist, rýmir tú og eftir standi eg.
Í øði fella orð so ljót, so tár tey renna frítt.
Á kundi eg bert funnið veg, til stirda hjarta títt.

Tú veitst ei hvussu sárt tað er, at síggja tíni tár.
Tú torir ei at elska meg, teg plága minni svár.
Hví renna burt og fjala teg, hví ræðast lyfti mítt?
Á kundi eg bert funnið veg, til stirda hjarta títt.

Eg vónaði at einaferð, tú vildi elska meg.
Men skilji nú at minnini, tey fjøtrað hava teg.
Og meir eg royni, verri eg, – So nógv eg havi strítt.
Á kundi eg bert funnið veg, til stirda hjarta títt.
Eg vil so fegin finna veg, til stirda hjarta títt.

FavoriteLoadingGoym tekstin