Stjørnurnar blaktra á hválvinum bláa

Orð: Levi Joensen
Lag: Lucy R. Meyer

1. Stjørnurnar blaktra á hválvinum bláa,
náttin er vøkur, nú stjørna so blonk
frá einum kongi í Betlehem boðar,
Frelsari føddur – hoyr, sál, nú og tonk.

Niðurlag: Gleðin í fjósinum fyllir hvørt hjarta,
vísmenn við gulli og roykilsi við,
ofra til barnið í krubbu við gleði,
hann, sum nú geva kann heiminum frið.

2. Hirðar á náttarvakt undrandi sita,
eingil av himlinum gleðiboð ber:
Tykkum í dag er ein Frelsari føddur!
Skjótt fóru tíðindi runt tá við ferð.

3. Har eru himmalskir herskarar stórir,
lovandi Gudi, á hæddini er,
latið tí okkum her saman við teimum
bera fram lovsong – tað gleði oss ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin