Støðugt til Jesus má eg mær venda

Orð og lag: Elisha Albright Hoffman
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: I must tell Jesus

1. Støðugt til Jesus má eg mær venda,
biðja um hjálp í royndum og trongd.
Í míni neyð hann bjarging skal senda,
leiða meg trygt, tá sál mín er strongd.

Niðurlag: Eg við hann tali um alt, meg nívir,
vinur so kærur er hann nú mær,
verndarborg góð og klettur, sum livir,
umsorgarfullur, altíð mær nær.

2. Støðugt til Jesus má eg mær venda,
eingin sum hann kann hjálpa mær her.
Hann skal meg troysta, leiða og bera,
vera mítt skýli í hesi verð.

3. Frelsara sterkan nýtist mær alsamt,
ein, sum kann lætta byrðar og trýst,
geva mær dirvi, troystina umframt.
Hann er mær meir, enn orð fáa lýst.

4. Tá ið meg verðin roynir at draga,
freistingin svár, hvat geri eg tá?
Alt til tað besta Jesus skal laga,
tá eg av sonnum søki hans ráð.

FavoriteLoadingGoym tekstin