Stór er tín trúfesti, áh, Gud, mín Faðir

Orð: Thomas Obadiah Chisholm
Lag: William M. Runyan
Týtt: Líggjas á Váli
Upprunaheiti: Great is Thy faithfullnes

1. Stór er tín trúfesti, áh, Gud, mín Faðir,
tað er ei broytandi skuggi hjá tær.
Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði;
tú ert hin sami, sum áður tú var.

Niðurlag: Stór er tín trúfesti,
stór er tín trúfesti,
nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.
Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið,
stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.

2. Summarið, veturin, várið og heystið,
sólin og mánin og stjørnurnar við,
náttúran eisini prógvar hitt sama:
Gud er í trúfesti við vára lið.

3. Øll syndin goldin er – frelsunargleðin
fremur í hjarta ein lovsong til tín,
styrki og vón fyri nútíð og framtíð,
náði og signingar flóta til mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin