Stór gleðiboð

Orð og lag: Jónfríða Justesen

Stór gleðiboð, Jesus føddur er,
stór gleðiboð, Jesus føddur er,
inn í henda heim til at frelsa teg,
inn í henda heim til at frelsa meg.

Hann gongur um, ger øllum væl,
hann gongur um, ger øllum væl,
hann grøðir tey, sum líða neyð,
hann frelsir tann, sum játtar Hann.

Hesin boðskapur, hann er til øll,
hesin boðskapur, hann er til øll,
ið steðga á vilja Jesus sjá,
sum gav sítt lív fyri teg at ná.