Stóra navnið Jesus, er nakað navn sum tað

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Violer til mor
Viðmerking: Yrktur í 1987.

1. Stóra navnið Jesus, er nakað navn sum tað?
Nei, og aftur nei, ei finnist eitt!
Eingin vísa kann á eitt annað tílíkt navn,
sum so stóra frelsu til heimin hevur veitt!
Tað ber vilstum frelsu, Tað ber tyngdum frið,
ævigt lív Tað gevur teim sum venda við;
tann, sum á Tað kallar frá hjartans djúpu grund,
hann skal skjótur sanna Tess kraft í somu stund.

Niðurlag: Jesus, Jesus, Jesus, heimsins Frelsar’navn,
møddum sálum ert Tú hin sanna hvíldarhavn;
balsam fyri pínu í sorg og neyð og sút,
eina Jesu Navnið frá synd kann fría út!

2. Sál, sum sorgleys gongur og tekur lívið lætt,
líkasæl, men veitst tó hvat er rætt!
Hugsar aldri um at ein dagur koma skal,
tá tú ævigt siga skal víst hesi verð farvæl.
Hvar ið enn tú leitar, hvar ið enn tú fer,
aldri henda leitan teg til málið ber;
eitt er í at velja, ja, einans, einans eitt:
Trúgv á Navnið Jesus, sum frelsu hevur veitt.

FavoriteLoadingGoym tekstin