Stóri Guð, vit prísa Tær

Orð: Olaf Hillestad
Lag: Almáts Guð, vit prísa Tær
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Stóri Guð, vit prísa Tær!
Land og hav og atmosfera,
sól og stjørnur og alt lív
lov og prís hvønn dag Tær bera,
vitna um ta skaparmakt,
Tær so sjónsk er undirlagt.

2. Rúmdin øll man bera boð
um Títt verk og skapargleði;
kosmos vitnar: Tú ert Guð!
Allar staðir sæðst Tín megi,
fyllir evni, rúmd og tíð,
hvílir Tínum hondum í.

3. Fjart í duldu andaverð
Tær nú prísa einglar allir,
fyri eygum vísra fjalt
uttanfyri hugans hallir;
eyðmjúkt stígur upp við frið
songur teirra frelstu við.

4. Sjónligt komst til henda heim
Tú, sum skapað alt jú hevur,
gavst Títt lív og frelsu vann
og frá deyða uppreisn gevur;
valdið er í Tíni hond
Faðir, Sonur, Halga Ond.

FavoriteLoadingGoym tekstin