Stórmansliðið

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Nú fiskur er á grunnunum
Viðmerking: Yrkingin tykist vera yrkt í sambandi við “adressugøluna”. Henda gøla tók seg upp á vári 1917, tá ið nakrir løgtingsmenn, orsakað av týsku blokaduni av sjóøkinum um Føroyar, við almennari adressu heittu á bretsku stjórnina um at geva føroyskum skipum fría farleið til Íslands eftir neyðsynjarvørum.

1. Tá stórmansliðið fylkti seg
tá seyg tað fólksins merg;
tað ferðaðist á frælsis veg –
tá flentu fjøll og berg.
So fagurt stórmansliðið kvað
um fosturland og eyð,
og fáur mundi gruna tað,
at hvørt eitt kvæði leyg.

2. Tí, Føroya fólk, tú stendur enn,
sum alla stund tú stóð.
Tað eru tínir kosnu menn,
ið súgva merg og blóð.
Teir tala væl og siga, at
teir vilja bjarga tær –
tá neyðin kom, hvør teirra sat
og nørdi bert at sær.

3. “Eg elski teg, eg virði teg!”
so ljóðaði um heyg,
teir virdu mest tó sjálvan seg,
tá ørv av boga fleyg.
Fávitskut ert tú, gamla tjóð,
tú ruggar ikki rætt.
Tú heldur teirra føgru ljóð
í øllum siga satt.

4. Tú raggar tær á rangan veg,
tí tað skal standa fast,
at tínir kosnu sviku teg
við fyrsta vápnakast.
Tí dálin teirra merki er,
als ikki frælsis flog,
og hann, ið slíkt eitt merki ber,
ber altíð deyðans boð.

5. Tó ert tú enn av svikum rakt,
tann dagur koma man,
tá tað, ið tær í barm var lagt
og gjøgnum øldir brann,
skal smildra berg og sora fjøll
og tváa hold og húð
og vísa, mangir eru trøll,
ið bóru mannaskrúð.

FavoriteLoadingGoym tekstin