Stormur

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Kærleikur til fosturjørð

1. Harðliga hann ríður fram
yvir hav og hagar,
grenjandi sum bjørnin gramm,
svørðin sundur tægar.

2. Trokar treystur gjøgnum skørð;
einki honum forðar;
flettir flag av føstu jørð,
grót úr homrum sorar.

3. Oysir sand og saltan sjógv
yvir dal og mýrar;
øsir brimið hátt á lógv,
knasar borð og spírar.

4. Øðimikið fjalladun:
trøll í víggi standa! –
millum hvirlur tunglig stun:
særdir risar anda! –

5. Veggir skelva. Høga høll
brakar hart og brestur.
Tekjur tveitast vítt um vøll.
Slíkt er strangur gestur.

6. Tó! Var altíð logn og sól,
og var lívið leikur,
lýkkan mót og megi stjól,
maður gjørdist veikur.

7. Stormur! er enn strong tín ferð,
tykist ilt at balast,
bragdarhug tú monnum ber,
høvd og hendur stælast.

FavoriteLoadingGoym tekstin