Stórur Harri mín er

Orð og lag: Matt Redman
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: 10000 reasons

Til nýggjan dag rísur sól úr kavi,
eg aftur sang tín syngi tá.
Hvat enn fór um bak ella fyri framman liggur,
á kvøldi sama sang eg syngja má.

Stórur Harri mín er,
stórur hann er.
Prísið hans stóra navn.
Tí sum ongantíð fyrr
sál mín skal prísa hans stóra navn

Tín miskunn stór er og rík tín náði,
stórt er títt navn og æru vert.
Tín góðska fær sál mína lovsong tín at syngja
og takka, at tú mær so dýrur ert.

Tá so ein dag her mín máttur viknar,
og endin nær – eg fara má,
í Himmalsins dýrd við teim dýrakeyptu skarum
eg sama sang í ævir syngi tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin