Eg streingi fram til landið tað

Orð: Johnson Oatman
Lag: Charles H. Gabriel
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg streingi fram til landið tað,
sum eg í trúnni havi sæð;
í bøn eg haldi fram við skund:
Gud, lyft meg upp á hægri grund!

Niðurlag:
Gud, lyft meg upp og lat meg ná
hitt land, sum eg í trúnni sá!
Tú lyft meg hægri hvørja stund –
Gud, set mín fót á hægri grund!

2. Mær hugnar ei at búgva, har
sum ivi plágar, ræðsla slær;
tó mangur har fekk tryggan blund,
mín bøn, mítt mál er hægri grund.

3. Mítt ynski er at sigra heilt,
so hjartað ei skal vera deilt;
mítt mál, tað er at halda fund
við tey, sum náddu hægri grund.

4. Ja, vinna alt, ið vinnast kann,
ei svíkja, um enn stríðið brann,
og halda á til síðstu stund
og koma upp á hægstu grund!

FavoriteLoadingGoym tekstin