Stríðið sannleiksstríð

Orð og lag: William F. Sherwin
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Sound the battle-cry

1. Stríðið sannleiksstríð
Guds herklæðum í.
Mikið vápnagný
dynur nær.
Brynjað, gyrd og skødd,
takið hjálm á høvd,
spennið spong og vødd
og berjist har.

Niðurlag: Reisist, hermenn,
fylkist nú um merkið!
Reystir, treystir,
fremjið sigursferð!
Framá, heimá,
syngið hosianna!
Hetjan Kristus jú á odda er.

2. Fús vit herja á,
fíggindan vit slá,
málið brátt vit ná
fram á leið.
Hevjið svørð og skjøld
móti myrku vøld,
fyri Satans fjøld
vit lúta ei.

3. Gud, vár høvdingi,
tú Almáttugi,
lat herliðini
sigur fá!
Gev á hvørjum stað
kraft til hvørt eitt slag,
inntil síðsta dag
vit heima stá.

FavoriteLoadingGoym tekstin