Stríðist tú við spurningar og óloyst vandamál

Orð og lag: Andraé Edward Crouch og Sandra Crouch
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Jesus is the answer

1. Stríðist tú við spurningar og óloyst vandamál,
níva sorg og friðloysi og vónbrot tína sál,
darva sár og gomul minni javnan tína ferð,
minst tá altíð hetta: Jesus svarið er!

Niðurlag: Jesus loysnin er á heimsins neyð í dag.
Jesus leiðin er til dýrdarinnar stað.
Jesus hevur svarið, hann av øllum ber.
Jesus loysnin, leiðin, loyndarmálið er.

2. Forða tær høg fjøll, sum tú ei klíva kanst uppum,
draga daprir skuggar fyri sól í sinninum.
Hvussu veikt og hjálparleyst eitt mansbarn enn er statt,
orð og lyfti Harrans tó í øllum roynist satt!