Stundum mín sál tørvar hvílu

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í oktober 1999.

1. Stundum mín sál tørvar hvílu,
hvar skal eg venda mær tá?
Skal eg bert óttast og ivast?
Nei, Jesus eg líta vil á!

Niðurlag: Ta einastu vón, sum eg eigi,
hana eigi eg, Jesus, í Tær.
Bert frið finni eg
í trúnni á Teg,
í tí blóði, sum rann fyri meg.

2. Stundum eg kenni til trega,
vónbrot mær falla í lut;
vónin, sum Golgata gevur,
hvílu tó ber mær í Guð’.

3. Fullkomna lukku eg eigi,
friður í hjartanum býr.
Hvílu ber Golgataverkið
til hvørja sál, sum tí trýr.

FavoriteLoadingGoym tekstin