Stundum, tá ið trúgv mín svíkur

Orð og lag: Emely D. Wilson
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: I will pilot thee

1. Stundum, tá ið trúgv mín svíkur
yvir lívsins myrka hav,
eg bert hyggi upp á Jesus,
sum mær hetta lyfti gav:

Niðurlag: „Óttast ei, eg eri hjá tær,
loðsur tín jú eri eg!
Ræðst ei storm og brotasjógvar,
her er hond mín – lít á meg!“

2. Stundum, tá eg troyttur eri
og ei síggi nakran veg,
upp til loðs mín eg bert hyggi,
og tá talar hann við meg:

3. Tá ið roynd og freisting nívir,
og meg binda ivans tog,
gjøgnum stormin kann eg hoyra
loðs mín stillan tala so:

4. Tá til Jordans á eg komi,
deyðans streym eg síggja kann,
men við áarbakkan Jesus
aftur stillur tala man:

FavoriteLoadingGoym tekstin