Stundum var loftið skýggjut og dapurt

Orð og lag: Bertha Mae Lillenas
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Jesus is always there

1. Stundum var loftið skýggjut og dapurt,
stundum mítt hjarta niðurboygt var,
hvat, ið enn hendir, ei má eg gloyma:
Jesus er altíð nær!

Niðurlag: Aldri ein byrði, sum hann ei vil bera,
ei fellur tárið, sum hann ikki sær.
Tykist alt ljóst, ella myrkist mær leiðin:
Jesus er altíð nær!

2. Lá enn mín leið um grønkandi fløtur,
ella eg hátt á tindinum var,
bar eg ta vissu altíð í hjarta:
Jesus er altíð nær!

3. Undurfult er í trongdum at kunna
biðja til hann, sum gevur mær svar,
hvíla í trúgv á hansara lyfti:
Jesus er altíð nær!