Stúran og sorg hevur her mangan dag

Victor Danielsen
Orð: Herbert H. Booth
Lag: Herbert H. Booth, Jens Guttesen, Leivur Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Stúran og sorg hevur her mangan dag
sligið og nívt mítt mót;
fella, sum ei mín sál hevði sæð,
stóð júst har eg steig mín fót.
Tá ið so alt vil forða mær her,
so ei eg til málið vann,
Andin ein song til hjarta mítt ber:
Hvat er tað, sum Harrin ei kann!

Niðurlag: Eg eigi Gud, sum væl verja meg kann,
trúgvur hann er ár eftir ár;
eg eigi Gud, sum meg varðveita kann
ævigt – í dag sum í gjár.

2. Aldri enn hevur ein toka lagt seg,
sum ei til nyttu var,
tí tá hon svann, tá borin var eg
um alt tað, sum forðar mær,
fram til hitt mál, eg royndi at ná,
men visti ei, um eg vann;
aftur mín sál tað sannaði tá:
Hvat er tað, sum Harrin ei kann!

3. Jesus, eg altíð vil líta á teg,
um eg teg síggi ei!
Hótta enn ódn og bylgjurnar meg,
tú fylgist við mær á leið;
tú meir enn alt ert vorðin mær nú,
um mótgangur harður enn brann;
altíð eg tó tað royndi, at tú
mær hjálpa og bjarga kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin