Stutta lív mítt her á foldum fær enda ein dag

Týtt: Árni Jacobsen

1. Stutta lív mítt her á foldum fær enda ein dag,
og hitt undurfulla land eg skal ná.
Við ótaldum skarum har í tí himmalska stað
mítt eyga skal kongin sjá.

2. Ígjøgnum ævirnar eg honum prísa skal,
aldri røddin móð og veik verður har.
Og frá skarum uttan tal
songurin í ævir skal
prísa honum, sum bjargaði mær.

3. Hvat á lívsins leið skal koma, so er tað tó gott
eiga hjálpara, sum er mær við lið.
Hann á morgni sum á kvøldi, á degi sum nátt
mær veitir sín sæla frið.