Stýr tær!

Martin JoensenJóhannus á Rógvu Joensen
Orð: Martin Joensen
Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

Eitt fyrstafloks fríggjakvøld
og ølin er ísakøld
og vinirnir fyllast við borðið
nú náttin er fesk og fús.
Jú lívið tað skal livast
men ikki bert í kvøld
hav bilskil – stýr tær.
Stýr tær – hav bilskil
stýr tær.

Vit mugu í býin nú
og Jógvan spyr, koyrir tú?
Og Jórun spyr, hevur tú drukkið?
tú ert ikki idiot?
Á, lívið tað skal livast
minst hundrað ár aftrat
hav bilskil – stýr tær.
Stýr tær – hav bilskil
stýr tær.

Tú sigur at tað er gott
tú smílist og svarar rátt.
Tú veitst at eg elski meg sjálvan,
eg vil ikki missa meg.
Ein lovandi nátt við lít,
tað er gott at tú ikki ert skít.
Og heitur tú setist við rattið,
tú stýrir jú øllum nú.

Jú lívið tað skal livast,
men ikki bert í kvøld,
hav bilskil – stýr tær.
Stýr tær – hav bilskil,
stýr tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin