Súkkla nú

Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

1. Sólin skínur og veðrið er gott
hjálmin upp á høvdið,
áh sum tað er flott,
og tá tað regnar, tað einki ger
tað bara spruttar, tá eg havi nógva ferð.

Niðurlag: Súkkla nú,
eg vil vera við,
at tú vilt vera við at
súkkla nú
hjálmin upp á høvdið, so fara vit at
súkkla nú
eg vil vera við,
at tú vilt vera við at
súkkla nú
hjálmin upp á høvdið, so fara vit
ein túr.

2. Saman við góðum vinum er best
hetta er tað, ið gleðir meg mest
hendurnar á róðrið og hjálmin upp á
traðkað á pedalina, so fara vit uppfrá.

FavoriteLoadingGoym tekstin