Sum á morgni sólin bjarta

Orð: Thomas Kingo
Lag: Henrik Rung, A.P. Berggren
Týtt: Victor Danielsen

1. Sum á morgni sólin bjarta
upp í eystri rísa man,
so at nátt og myrkrið svarta
ikki longur valda kann,
so úr grøv við sigur steig
Jesus upp; tí deyðin ei
Lívsins Harra binda kundi;
deyðans mátt hann oyða mundi.

2. Takk og lov, at tú vanst sigur,
stóri Himmalkongur, takk,
takk, at tú í grøv fórt niður,
takk, at deyðans hola sprakk!
Fíggindan har feldi tú;
armir trælir finna nú
lív og frælsi, hvíld og gleði,
myrkrið víkur fyri degi.

3. Her fann frið mítt arma hjarta,
her mín sjúka sál fekk troyst,
her svann burtur náttin svarta,
her varð deyðans leinkja loyst.
Grøv og deyða Jesus vann,
eg skal liva eins og hann;
her er alt, ið mær man tørva,
her má hvør ein skuggi hvørva.

4. Nú kann hvør ein fangi loysast,
Satans máttur brotin er;
nú kann hvør ein fallin reisast,
tá ið hann til Jesus fer.
Tú, sum stríddi, men ei vann,
tú, sum søkti, men ei fann,
tú skalt lív og frælsi finna,
Jesus vann, og tú skalt vinna!

FavoriteLoadingGoym tekstin