Sum áin mót havinum líður

Orð: N.P. Nielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Sum áin mót havinum líður
og steðgar ei á síni ferð,
so svinnur várt lív, várar tíðir,
brátt ferðin at enda nú er.

2. Um ókendur her ella ærdur,
um sterkur, um veikur tú ert,
mót deyðanum ei tú ert vardur –
ein stund, og um markið tú fert.

3. Skjótt kemur jú deyðin, hin myrki;
hann spyr ei um stand og um lut,
hann spyr ei um aldur og styrki,
men førir teg fram fyri Gud.

4. Áh, kom, áðrenn deyðin teg kallar!
Enn bíðar tín Frelsari tær;
og tá til hans bróst tú tær hallar,
tín friðleysa sál hvílu fær.

FavoriteLoadingGoym tekstin