Sum aldrin fyrr

Orð og lag: Bubbi Morthens
Týtt: Steintór Rasmussen

Summi droyma um gull og grønar skógir
Og gráta tá tey ikki fáa meir
Brosið bliknar brátt og beiskur muður
Tá sálin í einsemi doyr
Og glatast sum Judas og uttan virðing
Og vála eydnuleyst á leið

Men eg ynski einans hesa vøkru kvinnu
Øll foldin fargast frí á hennar ferð
Eg vil elska og eiga hennar hjartað
Sum elskar ein fyri tað ein er
Og eg veit hvar frælsi er at finna
Í favni hennar – bíðar eftir mær

Tað er ringt at týnast úti í verøld sum ongar hevur dyr
Og fyri tey sum aldri hava elskað
Má tíðin standa kyrr
Men kærleikin hann er
Sum aldrin fyrr

Jú, eg droymi einans hesa vøkru kvinnu
Og allan hendan tokka sum hon ber
Eg vil elska og eiga hennar hjartað
Sum elskar ein fyri tað ein er
Og eg veit hvar frælsi er at finna
Í favni hennar – bíðar eftir mær

FavoriteLoadingGoym tekstin