Sum blóman fellur skjótt og følnar

Orð: N.F.S. Grundtvig
Lag: Bartholomäus Crasselius
Týtt: Victor Danielsen

1. Sum blóman fellur skjótt og følnar,
so doyr og følnar alt á fold,
skjótt bliknar kinnin reyð og kølnar,
og moldin verður aftur mold;
men hann, sum yvir deyða vann,
gav teimum lív, sum elska hann.

2. Og vei tá tí, sum fáfongt grundar
á tað, sum ei er álit í,
sum eina eftir hesum stundar,
ið varir bert so stutta tíð!
Áh, dáravón, sum endar brátt
í troystarleysu, døpru nátt!

3. Men sælur tann, ið vón sær byggir
á aðra grund enn heimsins sand,
tann sál, sum móti Himli hyggur
og søkir har eitt fedraland!
Ein staður stendur uppi har
til tann, sum her ein gestur var.

FavoriteLoadingGoym tekstin