Sum døgg á slignar eingir

Orð: Grundtvig
Týtt: Edmund í Garði

1. Sum døgg á slignar eingir,
so fellur lívsins orð
á kristna sóttarseingir,
í ský tá vónin grør,
og troyst mót deyðans møði
er orðsins fyrsta grøði,
í ljós’ av kristintrú
fer deyðans broddur nú.

2. Sum sól um fjallið setur
í havið ljóst og blátt,
og fuglur blíðan letur
mót hvíldarkvirru nátt,
so fer tann sál at hvíla
og kann í sælu smíla,
sum kennir, og sum trýr,
hjá mær vár harri býr.

3. Sum lætt várt likam titrar
ta vøkru summarnátt,
tá morgunstjørnan glitrar
og boðar dagin brátt,
og hvør ein skuggi fánar,
sum fyri degi blánar,
so síðsta stríð várt er,
um lívsins ljós oss ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin