Sum ein føgur guddómskelda

Orð: Fredrik Arvid Bloom
Lag: Alfred Olsen-Dulin
Týtt: Petur William Háberg

1. Sum ein føgur guddómskelda,
djúp og undurfull og dýr,
er tann náði og tann góðska,
sum í Jesu hjarta býr.

Niðurlag: Jesus læt upp perluportrið,
opnaði ein veg til mín,
gjøgnum blóðið hann meg frelsti,
og hann varðar meg sum sín.

2. Áður eg sum jagstrað dúva
og sum særdur hjørtur var,
men eitt sundurbrotið hjarta
koyrir Jesus ei frá sær.

3. Undur yvir onnur undur:
Synd mín fjald varð einaferð!
Tí um Jesu ríku náði
gleðisongur mín nú er.

4. Tá ið eg á lívsins morgni
skal við gylta portrið stá,
av hans ríku náði skal eg
fyri mær tað opið sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin