Sum ein føgur rósulund

Orð: Grundtvig
Týtt: Rólant Lenvig

1. Sum ein føgur rósulund
oyðimerkur blóma,
fríðkast væl til fagnarfund
undir fragdarljóma,
fáa har av Guði skírd
Libanons og Karmels dýrd,
Sárons fagurleika.

2. Styrkni gomul, slitin knø,
boygdir ryggir rætni,
spretti sjálvt tey turru trø,
ellirukkur slætni,
kykni lívsins kvalda glóð,
streymi áður storkið blóð,
svinni sorg og ótti.

3. Harrin kemur, Guð er nær,
trúgvin á hann lítur,
fíggindan hann niður slær,
hansar borgir brýtur;
greitt er alt, sum ógreitt var,
fíggindin sítt gjald nú fær,
fólkið frið og náði.

4. Blindir fáa eygu góð,
so teir gjølla síggja.
Deyvir hoyra fródlig ljóð,
gleðisongin nýggja.
Haltir leika lætt sum hind.
Upp úr reynum sprettur lind,
svalir tystar teigar.

5. Har á Harrans halgu grund,
so Jesaja spáddi.
Tíðin rann, so kom tann stund,
at Guðs dýrd oss náddi,
tá Guðs sonur fór í hold,
kveikti lív og ljós á fold,
mót í stúrnar sálir.

6. Heiður fái drottin vár
og hans halgi andi,
sum oss fylgdu trútt í ár,
birtu ljós um landið;
deyvum, sjálvt við gravarlið,
oyru gav at hoyra við,
dumbum mál at mæla.

7. Boða fagra gleðistund
fróir nýggjárssangir,
blóma sum ein rósulund
skulu oydnar eingir,
fáa har av Guði skírd
Libanons og Karmels dýrd,
Sárons fagurleika.

FavoriteLoadingGoym tekstin