Sum ein heimleysur fuglur, sum skip uttan havn

Orð: Fanny Crosby
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Marius Absalonsen

1. Sum ein heimleysur fuglur, sum skip uttan havn,
var eg, Frelsari, burtur frá tær,
men tín rødd hevur kallað meg inn í tín favn,
og eg veit, har er rúm fyri mær.

Niðurlag:
Rúm fyri mær,
Jesus, hjá tær,
eitt stað við títt bróst fyri mær!
Fuglurin nú
har finnur sær bú
og leitar sær skýli hjá tær.

2. Eg sum dúvan í ørkini fann mær eitt skjól,
og eg hvíli í náðini nú;
tí er hjarta mítt glatt, og hin æviga sól,
sum nú lýsir mær, Jesus, ert tú!

3. Nú í Jesusi hvíli eg, óttist ei meir,
um enn sjógvarnir bróta kring meg;
eg vil hyggja mót Himli, har dagur ei doyr,
og vil syngja, áh, Jesus, um teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin