Sum ein millión

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Nú gongur hon aftur í býnum og veit
at tey hyggja at sær
tí hon sær út sum ein millión
hon hyggur nú runt um seg
og innaní er hon nøgd við
at hon hevur funnið sín egna persón

Hon hevur altíð verið her og gongur her enn
heilsar upp á teg og meg
skjótt so er hon kanska flogin út í stóru verð
hon er jú longu væl á veg

Hon nikkar og smílist tá hon fer framvið
og tey teska at hon
er so klók og so øgiliga fín
men hvat skal hon siga og hvat skal hon gera
hon er tann hon er
og hon hevur sín heilt egna stíl

Hon hevur altíð verið her og gongur her enn
heilsar upp á teg og meg
skjótt so er hon kanska flogin út í stóru verð
hon er jú longu væl á veg

Viðhvørt so situr hon
situr heima og fellir eitt tár
hví kann hon ikki vera
sum hon vil vera her á hesum lítla stað

Skal hon verða í býnum beint her hjá øllum sínum
ella skal hon royna sítt flog
og nú fara avstað
men hvat um hon so brennir tær brýr sum hon kennir
tað hugsar hon
meðan hon blinkar til tín allan dag

Viðhvørt so situr hon
situr heima og fellir eitt tár
hví kann hon ikki vera
sum hon vil vera her á hesum lítla stað
sum hon vil vera her á hesum lítla stað
lat hana vera sum hon er á hesum stað

FavoriteLoadingGoym tekstin