Sum ein roykur, í stilli man standa

Orð: Óli Reinert
Lag: Stephen C. Foster

1. Sum ein roykur, í stilli man standa,
so er menniskjalívið á fold;
vinur, skilir tú ikki tín vanda?
Tínir javnlíkar leggjast í mold.

Niðurlag: Sum ein roykur, ið burtur man tynnast,
eru menniskjans stokkutu ár;
brátt her eingin oss longur skal minnast,
sum ein skuggi er ungdómsins vár.

2. Hvørt eitt lív er sum grasið, ið følnar,
tað um summarið stendur so frítt;
kinnin reyða so brádliga kølnar,
deyðin kemur og krevur skjótt sítt.

3. Hetta eina tú gjølla kanst síggja:
Ikki altíð tú vera skalt her;
søk tí Gud og ei longur hann skýggja!
Hann hin trúfasti vinurin er.

4. Undan Guds dómi kann ikki flýggjast;
Jesus gera kann hjarta títt reint;
skjótt skal lívssólin longur ei síggjast,
men í dag er tó ikki ov seint.

5. Nú brátt deyðin og tú skulu hittast,
allar staðir hann finna teg kann;
vilt tú tá til Guds Himmal upp lyftast,
trúgv á blóðið, á Golgata rann!

6. Blóðið, sum allar syndir kann tváa,
rann hin dagin á Golgata træ,
og tað er fyri einki at fáa
fyri tann, sína synd hevur sæð.

FavoriteLoadingGoym tekstin