Sum ein sterkur streymur

Orð: Frances R. Havergal
Lag: James Mountain
Týtt: Victor Danielsen

1. Sum ein sterkur streymur
Harrans friður er;
blíður, djúpur, eymur,
stilt hann hjartað ger,
tekur til í megi,
breiðkast dag um dag –
djúpa hav av gleði,
søta hvíldarstað!

Niðurlag:
Í Guds fyrijáttan
sálin hvílu fann;
aldri vikast sælan,
sum er bygd á hann.

2. Barnið hans, sum varðað
trygt í hond hans lá,
fíggindar ei særa,
svíkjarar ei ná;
stúran, møði, skundur,
kennast ikki har,
lívsins døpru stundir
ljósna fyri mær.

3. Hvør ein roynd, hvør gleði,
send av Himli er;
fyri hjálpardegi
sorgarnáttin fer;
tann, sum fult út sá hann,
leit á hann ódeilt:
Tann, sum fult leit á hann,
fann hann trúgvan heilt.

FavoriteLoadingGoym tekstin