Sum ein tjóvur á nátt, kemur Jesus so brátt

Orð: Finnbjørn Hansen

1. Sum ein tjóvur á nátt, kemur Jesus so brátt,
tá ið dagur á jørð fer at halla!
Inn í okkara tíð, sæst Hann koma í ský,
øll tey frelstu til Himmals at kalla!

2. Tá skal mangur, sum nú situr tryggur í búð,
seg í vónloysi seta at stara;
tí tá løtan upprann, sum galt lív fyri hann,
var hann ikki til reiðar at fara!

3. Hygg, teir stóru á jørð, hava drigið sítt svørð,
skjótt ein altjóða vígvøll vit skoða!
Alt tað hatur og bann, sum í hjørtunum rann,
skal tá tendrast í alljósan loga!

4. Tey, sum liva í dag, skulu ásanna tað,
at hvør stuðul hjá teimum skal falla!
Tey, sum tá søkja frið, fáa ei meir vent við,
tí Guðs Andi er givin at kalla!

5. Sum ein tjóvur á nátt, kemur Jesus so brátt
fyri tann, sum ei vakir og biður!
Tó er vón enn eitt bil, fyri hvønn tann, sum vil;
vel tí Hann áðrenn sólin fer niður!

FavoriteLoadingGoym tekstin