Sum eitt vrak á havsins bárum

Orð: Johnson Oatman
Lag: George C. Hugg
Týtt: Marius Albsalonsen

1. Sum eitt vrak á havsins bárum
burt við streyminum eg rak,
inntil eg í Jesu sárum
fekk eitt ævigt fastatak.

Niðurlag:
Óttaleyst mítt skip er ankrað,
tað kann ikki draga her,
ankrað lið um lið við Jesus –
fagra havn! Mítt heim har er.

2. Hoyr, sum stormarnir, teir ýla!
Men teir saka ikki meg;
eg við Jesu kross kann hvíla,
á hans kærleik líti eg.

3. Hjarta mítt er fult av gleði,
songur fyllir mína sál,
tøkk til hann á nátt og degi,
tí hann tømdi mína skál.

4. Her skal eg ei leingi vera,
men í hinum vakra stað,
har sum túsund tungur bera
honum tøkk við gleðilag.

5. Hvussu vakurt er har heima,
tað kann eingin siga frá;
eingin veit, hvat Gud man goyma
teim, sum Son hans trúðu á.

FavoriteLoadingGoym tekstin