Sum forðingar tó reisa seg

Victor Danielsen
Orð: William Cowper
Lag: Joseph Mainzer, Samuel P. Tuckerman
Týtt: Victor Danielsen

1. Sum forðingar tó reisa seg,
tá eg, áh, Gud, vil søkja teg!
Tó má mítt hjarta elska bøn,
eg veit, hvat hon mær ber í løn.

2. Bøn ger av jørð til Himmals brúgv,
hon vekur kærleik, styrkir trúgv,
ger sólskin, har sum myrkur var,
og dregur hvørja signing nær.

3. Bið lítið, og tú falla má,
bið nógv, og tú skalt sigur fá!
Ja, Satan skelvur, tá ið hann
eitt veikt Guds barn á knøum fann.

4. So leingi Móses stóð og bað,
so leingi Guds fólk vann hin dag;
men tá hans armur troyttur hekk,
var sigurin hjá Amalek.

5. Áh, vóru færri orð bert nýtt
um stórt og smátt, um títt og mítt,
men fleiri nýtt í hjartans bøn,
hvør gleði, friður varð vár løn!

FavoriteLoadingGoym tekstin