Sum forðum Móses skoðaði

Orð: Óli Reinert

1. Sum forðum Móses skoðaði
har Pisgatindi á
hitt land, ið okkum er ein mynd
av landinum, vit fá,
so síggi eg hitt fagra land
við trúnnar eyga her;
og øll tey frelstu eiga tað,
so Harrans lyfti er.

2. Ígjøgnum oyðimørkina
Gud leiddi fólk sítt tá;
tey frelstu leiðir hann í dag
til dýrdina, vit ná.
Á vegnum lúra vandar nú
at villa meg av leið;
men Jesus ber ta ørmu sál,
ið sannleiksvegin steig.

3. Úr klettinum rann vatn hin dag,
tá ið hann sligin varð;
tey leskaðust og fingu lív,
sum annars doyðu har.
Hin klettur, sum varð sligin tá,
er Kristi mynd í dag;
drekk hetta lívsins kelduvatn!
Tí lív tær gevur tað.

4. Men sálir doyggja enn um stund
í hjálparloysi her,
tær drekka ei úr kelduni,
sum Jesus Kristus er;
til aðrar keldur leita tey,
sum volda deyða bert;
men lívsins vatn er Harrans orð,
trúgv, og tú frelstur ert!

FavoriteLoadingGoym tekstin