Sum harðveður, tá ódn ber á

Orð: Steingrím Niclasen

1. Sum harðveður, tá ódn ber á,
kom Halgi Andi himni frá
á hvítusunnudegi;
sum eldur hann seg setti fyrst
á lærusveinar Jesu Krists
og gav teim mátt og megi
til at boða Harrans vilja,
so øll skilja,
hvat teir siga,
fólk úr Pontus og Judea.

2. Tá undraðust mong fólk í senn,
men onnur søgdu: drykkjumenn!
Tá stígur fremstur Pætur:
«Tit gevið ljóð og lýðið á
tey orð profeti Jóel frá,*
og gevið teimum gætur:
Profetera skulu synir,
døtur, vinir –
ja, hvør maður –
áðrenn kemur evsti dagur!

3. Tit Jesusi úr Nasaret
ei eirdu lív, men Guð hann sett
við sína høgru hevur,
og halgan anda í sín stað
hann hevur okkum sent í dag –
og andin frelsu gevur;
latið tykkum øll tí skíra
drotti dýra
ogn at vera –
tá skal leið at himni bera.»

4. Í túsundtali tyrptust tá
um dópin bæði stór og smá
og andans gávu fingu.
Í semju síðan hittust tey
í halgidómi – brutu breyð –
og fram í trúnni gingu;
halgi andin, hann aleina
kann sameina
fólkafjøldir –
verði hann tí allar øldir.

5. Sum harðveður, o, Guð, lat tú
tín halga anda floyma nú
út yvir heimsins meldur;
hann lat í okkum taka búgv
og stimbra vára veiku trúgv,
so eimur verður eldur;
tá skal altíð millum manna –
lond og granna –
semja valda,
burtur hvørvur hatrið kalda.

FavoriteLoadingGoym tekstin