Sum hjørtur á løkirnar stundar

Nikolai Frederik Severin Grundtvig
Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
Lag: Oluf Ring
Týtt: Sámal Andrias Weihe

1. Sum hjørtur á løkirnar stundar
at stilla ta tostleittu trá,
so sál míni leingist til fundar
við, livandi Guð, tær at ná,
tí tú ert tann ævigi brunnur,
sum tostan at sløkkja mær unnir,
so aldri hann kennist mær meir.

2. Mær dagar og nætur burt fjara,
og sálin seg leskar við sút;
eg kann bara kúra og kæra
og kenni mær ongan veg út.
Nær síggi eg aftur Guðs náði?
Nær kemur tann stund, at eg vági
fram fyri hans ásjón at stá?

3. Har avgrundardýpið meg dregur
av rókum sum stoyttum í gler,
á uttastu trom er mín vegur,
og fram eftir fummum mín ferð;
í ørandi angist mín fótur
man trilva í rivur og gjótur,
o, Harri, tú hoyr míni róp!

4. Tú ert jú tann kletturin baldi,
tí bygdi eg hús á títt orð,
og um tú at sleppa mær valdi,
skjótt rapað tað hevði í sor;
tá stormflóðin mikla alt krevur,
og meðan tú dvølist og svevur,
í bylgjunum køvist mín sál.

5. Tá onnur í kirkju sær leita,
má eg sita eftir í vrá;
tá ljómar og tøkkir tey veita,
kann eg ikki lýða hará;
mín ljómur er gremjan og klagur,
so verður mær hvør halgidagur
sum gerandis burtur í kvøl.

6. Tó, sál mín, tú gevi tí gætur,
tú bilgist og letur so í,
at fjara burt dagar og nætur,
so ræður Guð sínari tíð!
Og einaferð tekur at lýsa,
tá skalt tú við lovsangum prísa
tí Harra, sum hollastur er!

7. Við sannleikans ljósi hann førir
meg frelstan um tempulsins grind,
har orðið mítt hjarta so rørir,
at gloymd er øll gremjan um synd;
sjálvt tunga mín megnar seg frøa
við lovsangir Harrans at kvøða;
hann eina mín loysnari er!

FavoriteLoadingGoym tekstin