Sum hjørtur hyggur tráandi

Orð: Henry Francis Lyte
Lag: John R. Sweney
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: As pants the heart for cooling streams (Som hjorten skriger efter vand)

1. Sum hjørtur hyggur tráandi,
tá einki vatn hann sær,
mín sál úr oyðimørkini,
Gud, tráar eftir tær!

Niðurlag: :,: Sum hjørtur tráar vatn at fá,
er, Gud, mítt eyga vent til tín! :,:

2. Áh, kom, tú stóri hjálpari,
sum kennir alla trongd,
kom, stilla hjartað skelvandi,
og metta mína svongd!

3. Gud, vent til tín mítt eyga er,
kom, styrk og lívga meg!
Um náði tín meg eina ber,
tá ávøkst beri eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin