Sum húsfólk títt, Gud

Orð: Hans‑Olav Mørk og Peter Sandwall
Lag: Tore Wilhelm Aas
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Som barn i ditt hus

1. Sum húsfólk títt, Gud,
eigur hvør og ein sítt pláss,
har hann kann søkja títt andlit,
njóta friðin við tín kross.
Tí savnast vit nú
í tín stóra faðirfavn.
Her ljómar frøi og fagnaður,
sum vit nú fylkjast um títt navn.

Niðurlag: Tú jú lovar at verða til steðar,
lutar gleði og sorgir og tregar.
Gev tú vilja og mót til at liva,
Harri, sum húsfólk, sum børn.

2. Sum húsfólk og børn,
hvør við síni gávu sær,
við bæði brekum og styrki
– mitt í øllum ert tú nær.
Nú savnast vit øll
til bøn og lovsong um títt borð.
Og kring um heimin við kærleika
út vit breiða lívsins orð.

Niðurlag: Vælsigna alt fólk títt
og øll vári kæru.
Og frels henda heimin
og signa verk títt, Gud!

FavoriteLoadingGoym tekstin