Sum húshaldarar Guds vit liva

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í februar 2007.

1. Sum húshaldarar Guds vit liva,
til láns vit hava húshald hans,
tann ábyrgd stór er uttan iva,
hon bæði kvinnu er og mans.
Alt hevur Gud oss litið til:
várt lív, várt arbeið, vit og skil.

2. Um tú og eg tað gjølla kanna
tær ognir, gávur Gud oss gav,
hvør má tá ikki stúrin sanna,
at mangt er oytt har burtur av.
Forkomin, spilt mong arbeiðstíð,
og fáfongt mangt eitt strev og stríð.

3. Men einaferð tað til oss ljóðar:
Tú legg fram rokniskapin tín!
Tað neyvan nøkrum okkar hóvar,
tá Gud hann kannar húskall sín.
Væl tann, ið tá fær hetta svar:
Tøkk, tænari, tú trúgvur var.

4. Ei ævigt her vit hús hans halda,
várt heimbýli er himni á
hjá Harra várum, tí alvalda,
har vinir vænta okkum tá.
Várt rætta heim er himmalin,
o, sælur hvør, har sleppur inn.

FavoriteLoadingGoym tekstin