Sum Jesus ei nakar á jørðini var

Fanny Crosby
Orð: Fanny Crosby
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen (1, 2 og 5. ørindi) og Kajfinn Hammer (3. og 4. ørindi)

1. Sum Jesus ei nakar á jørðini var,
so mildur var eingin sum Hann;
og ei slíkan Vin nakar syndari fær,
sum frelsa hin vónleysa kann.

Niðurlag: Hann ofraði lívið, læt renna Sítt blóð,
Hann ofraði alt fyri meg!
Hann stríddi við Úlvin og sigrandi stóð,
Hann stríddi og spardi ei Seg, men ofraði alt fyri meg!

2. Av sonnum ein Frelsari Jesus mær er,
Hann kendi ta neyð, eg var í;
og dóm mín og straff mína toldi Hann her,
tí endað er neyð mín og stríð!

3. Ein fullkomnan lækna í Jesus eg fann,
tá bert eg í trúgv til Hann kom.
Hitt heilaga blóð, sum á krossinum rann,
ein bjarging mær varð undursom.

4. So eymur og reinlyntur, heilagur við,
var eingin, sum Jesus, Guðs Lamb!
O, mátti eg dagliga fetum Hans fylgt,
og eymjúkur verið sum Hann!

5. Tí Æviga Kletti eg hvíli nú á,
Hann, Hann er mín friður í dag;
og harvið eg Himmalin tryggur skal ná
tann Stað, sum mín trúgv hevur sæð!

Niðurlag: Ein borg Hann mær er, har eg hvíla nú kann,
sum skip í tí tryggastu havn.
Hjá Jesusi eina mín sál hvílu fann,
mín friður er Hansara Navn,
Hann sjálvur meg tók í Sín favn!

FavoriteLoadingGoym tekstin