Sum koparormurin hin dag

Victor Danielsen
Orð: William Black Laws
Týtt: Victor Danielsen

1. Sum koparormurin hin dag
varð hongdur træið á,
og frelstur varð hvør doyggjandi,
sum bert á ormin sá,

2. So Sonur Guds á Golgata
á krossin negldur varð,
og tann, sum sær á hann í trúgv,
hann ævigt lív tá fær.

3. Tí Gud sín Son í deyðan gav,
so elskar okkum hann,
at hvør og ein, sum á hann trýr,
hann ikki dømast kann.

4. Tí ikki kom Guds Sonur her
at døma teg og meg,
men dómin av Guds brotnu lóg,
hann legði hann á seg.

5. Hann kom at reisa fallin upp
og tað, sum vónleyst var;
í honum eru opnar dyr
at koma Gudi nær.

6. Men tann, sum á Guds Son ei trýr,
hann longu dømdur er,
og tann, sum vrakar náðina,
í ævigt myrkur fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin