Sum kornið boygt mítt eyga sær

Victor Danielsen
Orð: Ókendur (týskari)
Lag: Carl P.E. Bach
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Som kornet bøjer sig i høst

1. Sum kornið boygt mítt eyga sær,
tá vindur yvir akur fer,
boygg hvørja kenslu so í mær,
tá Andans vitjan á mær er!

2. Sum gullið inn í ovnin má,
sum hitin reinsar, skírir tað,
legg tína náðitykt meg á,
til sálin eyðmjúk er og glað!

3. Sum aldan fyri storminum
má lýðin, máttleys boyggja seg
og brýtst mót høga berginum,
so, Harri, boygg og brót tú meg!

4. Sum plantan boygd varð av tí hond,
ið hana bant og skar og ól,
meg reinsa, boygg við tíni Ond,
til alt í mær fær ljós og sól!

5. Sum fjallaáin oman fer,
ger oyðimørk til urtagarð,
so boygg meg djúpt og við mær ber
teim turru sálum boð frá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin