Sum Kristi brúður dýrt keypt til Gud vit eru nú

Orð og lag: Hallgrim Miðberg

1. Sum Kristi brúður dýrt keypt til Gud vit eru nú;
í Himlinum til reiðar hann gera skal mær búð;
sum arvingar vit stevna til sælu himnaborg,
langt burt frá jarðar stríði, frá sjúku, neyð og sorg.

Niðurlag: Áh, undurfagra heimland, dýrt ert tú mær,
mín Frelsari er sólin, sum lýsir uppi har.
Áh, undurfagra heimland, í dýrd og ljóma hátt;
har Jesus sjálvur lýsir, har verður eingin nátt.

2. Sum hveitin verður reinsað og dumban skild burt frá,
ei korn til jarðar fellur, sum hann í náði sá.
Um heimurin og Sátan í sáldið rista við,
Guds sterka hond skal leiða teg fram hvørt lívsins stig.

3. Tá Jesus kemur aftur í dýrd og ljóma hátt,
er stríðið alt her vunnið og svunnin deyðans nátt;
vit lova skulu Gudi øll, bæði smá og stór,
og syngja halleluja – eitt veldigt himmalskt kór.

FavoriteLoadingGoym tekstin