Sum eg líti inn í heimsins framtíð

Orð og lag: Per-Olof (Pelle) Karlsson
Týtt: Flóvin Tyril

1. Sum eg líti inn í heimsins framtíð,
tykist lítið gott at vísa seg,
vónbrot, hatur allastaðni valdar,
men Gud talar eymliga við meg:

Niðurlag: „Hav treyst og statt stinnur,
hav treyst og statt stinnur,
eg eri við tær – við tær eri,
við tær eri, til her liðin er tíð!“

2. Hvussu skal eg krossins boðskap bera,
vinna sigur, sterkur standa her,
vera Kristi armur her út rættur,
nú, alt tað, ið rætt er, vanvirt er?

3. Álitsfullur, glaður tó eg ferðist,
eri hansara, og hann er mín,
einki kann meg vika, hann mær heldur,
gjøgnum alt hann varðar meg sum sín.