Sum mínir trúarfedrar

Lina SandellHenry R. BishopVictor Danielsen
Orð: Lina Sandell
Lag: Henry Rowley Bishop
Týtt: Victor Danielsen

1. Sum mínir trúarfedrar
eg eri gestur her,
mítt heim er ei á foldum,
tað yvir skýnum er;
og í míns Faðirs ríki
í dýrd og ljóma har
mín Frelsari og Harri
ein bústað byggir mær.

Niðurlag.
Heim, heim, mítt ljósa heim!
Nei, einki stað á foldum
er søtt sum tú, mítt heim!

2. Og uppi har er Jesus,
mín kæri Frelsari,
sum tolin fór til krossin
við byrði mínari.
Var eingin sorg á foldum,
men gleði bert og gleim’,
tó longdist mínum hjarta
til Gud og Lambið heim.

3. Var jørðin full av blómum,
skein sólin nátt og dag,
var lívið alt ein songur,
eitt spæl, eitt gleðilag,
um hjartanskærir vinir
hvønn tíma gleddu meg,
eg tráaði, mær longdist,
áh, heim, at síggja teg!

4. Og skjótt, so sigur orðið,
mín sál skal náa teg,
tí Jesus verður skjótur
til sín at taka meg;
tá skal eg sælur skoða
tað, her í trúgv eg sá,
og til hans prís og æru
ta gyltu hørpu slá.

FavoriteLoadingGoym tekstin