Eg sum pílagrímur ferðist

Orð: Mary Hamlin Maxwell
Lag: George F. Root
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg sum pílagrímur ferðist –
ósløtt, illgongd leiðin er –
mangan troyttur, veikur gerist,
men tað heim tó ber;
skýggj og dimmi loftið tekja,
orrustan er hørð og heit,
stúran, ivi, angist vekja –
men mín Faðir veit!

2. Áh, hvør dýr er henda vissa,
um so stríð og sorg og sút,
sum meg fáa mót at missa,
vara lívið út!
Heima skjótt! Tað enn kann ugga,
hvussu fast enn stríðið neit;
tað kann lætta dimma skugga,
at mín Faðir veit.

3. Hvønn dag kennir hann og sær meg,
vakir barni sínum hjá,
gjøgnum ódn og vanda bar meg,
letur hjálp meg fá.
Skjótt mín ferð á fold er endað,
stutt var leiðin, eygað leit,
og nær lív mítt er at enda –
Faðir mín tað veit.

4. Tá eg skal hann glaður skoða,
Harra mín og Frelsara,
syngja honum lovsong duga
fyri náðina;
í tí sæla Himmallandi
sorgin aldri hjartað beit,
og nær loystur har eg standi,
tað mín Faðir veit.

FavoriteLoadingGoym tekstin