Sum sáðkornið á vársins degi

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í februar 2007.

1. Sum sáðkornið á vársins degi,
sum sáað verður veltu í,
so fer Guds ríkis orð við megi
um alla jørð, úr bygd í bý,
tað sprettur, grør og veksur hátt,
um bóndin svevur hvørja nátt.

2. Á heysti aksaskotin akur
brátt búgvin tá til skurðar er,
í lotinum hann aldar vakur,
hann fult korn har í aksi ber,
tá akurskurðarmaður fer
at heysta skurð um víðu verð.

3. Og eins og bóndin sáað hevur
og fer á føtur nátt og dag,
so er tað Gud, ið vøkstur gevur,
í mannahjørtum sprettur tað,
og røkja vit tann vøkstur væl,
tá við Guds hjálp hann búnast skal.

4. O, hjálp oss, Gud, tá heystið kemur,
at búnað korn tú finnur tá,
so tá ið deyðin okkum nemur,
vit ei sum dumba skiljast frá,
men at tú okkum savnar tá
sum aðalkorn í løðuna.

FavoriteLoadingGoym tekstin